Kári Mikkelsen

Við nógvum ára royndum innan fjølmiðla-, kunningar- og samskiftisøkið kann eg bjóða holla ráðgeving og loysa ítøkiligar uppgávur fyri bæði stovnar, fyritøkur og einstaklingar. Tað verði seg fjølmiðlaráðgeving, tíðindaskriv, kunningar- og samskiftisuppgávur, gera virkislýsingar, reka heimasíður, skriva tekst og gera annað tilfar til hesar og so framvegis.

Gamla danska orðatakið "Den der lever skjult lever godt" er framvegis galdandi í mongum førum, men avgjørt ikki altíð. Sum stovnur, fyritøka ella einstakur persónur eru nógvir fyrimunir við at verða sæddur og sjónligur. Fyri eina fyritøku snýr tað seg um inntøkur og sølu, fyri ein stovn um at vísa á sínar uppgávur, fyri einstaklingar - til dømis ein politikara - at vera sjónligur.

Samband

28 00 66 kari@punktum.fo
Breiðablik 2a, 100 Tórshavn