Tænastur
Tað er ikki nøkur sjálvfylgja á hvønn hátt, ein samskiftir. Týdningarmikið er at vera greiður og eintýðugur í sínum boðskapi. Tí má sjónligur vinkul vera á boðskapinum, sum fólk flest skilja ella kunnu fyrihalda seg til. Við nógvum ára royndum innan fjølmiðla-, kunningar- og samskiftisøkið kann eg bjóða holla ráðgeving innan hesi øki, eins og loysa ítøkiligar uppgávur fyri bæði stovnar, fyritøkur og einstaklingar. Tað verði seg fjølmiðlaráðgeving, tíðindaskriv , kunningar- og samskiftisuppgávur, gera virkislýsingar, reka heimasíður, skriva tekst og gera annað tilfar til hesar og so framvegis.
Samskiftisráðgeving
Vit liva í eini tíð, har tørvurin og evnini at samskifta rætt og til rætta tíð fær alsamt størri týdning. Við nógvum ára royndum innan hetta økið kann eg bjóða holla ráðgeving og loysa ítøkiligar uppgávur fyri bæði stovnar, fyritøkur og einstaklingar.
Tíðindaskriv
Eg havi sera hollar royndir at skriva tíðindaskriv fyri eitt nú almennar stovnar, kommunur, fyritøkur og aðara aktørar, ið so at siga altíð verða endurgivin ella á annan hátt umrødd í fjølmiðlunum.
Fjølmiðlaráðgeving
Sum útbúgvin journalistur og eftir at hava starvast á bæði luftbornum fjølmiðlum, avísum, bløðum og atknýttum portalum bæði í Føroyum og Danmark, havi eg sera gott innlit í, hvussu miðlarnir virka, eins og eg kenni tær arbeiðsumstøður, sum fjølmiðlafólk virka undir. Tað hevur stóran týdning at handfara bæði fjølmiðlar og fjølmiðlafólk rætt og hava eitt opið og professionelt samband við hesi.
Videofrásagnir
Seinnu áirni er vorið alsamt ómakaleysari at framleiða video, tí hetta kann lættliga gerast við snildfon, sum flest øll hava uppi á sær í dag. Tað er tó ikki líkamikið, hvussu upptøkur og samanseting av videofrásagnum verða gjørdar, tá tær skulu nýtast í einum professionellum samanhangi. Hesum havi eg drúgvar royndir við bæði frá míni tíð sum journalistur og redaktørur í Kringvarpi Føroya, og í sambandi við videoframleiðslu fyri ymsar kundar. Set teg í samband við meg, so kann eg senda leinkjur til videofrásagnir, ið eg sjálvur bæði havi filmað og sett saman.
Ársfrágreiðingar
Seinnu árini havi eg verið við til og/ella havt høvuðsábyrgdina av at skriva ársfrágreiðingar fyri eitt nú almennar stovnar og fyritøkur.
Heimasíður
Eg havi drúgvar royndir við at skipa fyri og fáa gjørt nýggjar heimasíður, gera broytingar í verandi heimasíðum, eins og vera teksthøvundur til teir ymsu partarnar á heimasíðuni.
Fundarstýring
Við jøvnum millumbilum verði eg biðin at vera fundarstjóri, tá fundir av ymsum slagi verða hildnir. Hetta gongst so mikið væl, at flestu kundar venda aftur og aftur, tá nýggir fundir skulu haldast.
Kjakstýring
Óansæð evni ella evnir, dámar mær sera væl kjakfundir og havi áralangar royndir at stýra slíkum. Tað hilnast altíð so mikið væl, at flestu fyriskiparar venda aftur til mín, tá skipast skal fyri nýggjum kjakfundum.
Teksthøvundur
At virka sum teksthøvundur í ymsum samanhangi er eitt av mínum kjarnuøkjum. Tað veri seg til bløð, tíðarrit, faldarar, heimasíður og mangt annað.
Blaðgreinar
Sum útbúgvin journalistur havi starvast og/ella skrivað fyri bæði avísir, fakbløð og onnur bløð bæði í Føroyum og Danmark. Eitt nú fyri Dimmalætting, Sosialin, Vinnulívið, Starvsblaðið og Atlantic Review. Í Danmark fyri millum annað Berlingske Tidende, Aktuelt og Fagbladet TIB.
Lesarabrøv
Skal okkurt viðmerkjast alment, svarast upp á tiltalu, ein politiskur boðskapur leggjast fram ella okkurt heilt fjórða, ja, so havi eg áralangar royndir at skriva fyri bæði einkultpersónar, fyritøkur, stovnar, ið ynskja at verða hoyrd í fjølmiðlum, sosialum miðlum ella øðrum, almennum pallum.
Aftursvar
Tá ein kennir seg illa viðfarnan ella onkursvegna útstillaðan í fjølmiðlum, á sosialum miðlum ella á annan hátt, er bert eitt at gera, og tað er at svara aftur við greiða frá síni støðu, so hendan verður sædd í røttum ljósi. Ella bara at koma við eini frágreiðing til, hví ein hevur gjørt, sum ein hevur í hesum ella hasum samanhangi. Ein shittstormur kann bæði vera grundaður og ógrundaður, men sum oftast liggur sannleikan eitt stað mitt ímillum. Tá er neyðugt at fara út alment at verja seg og greiða frá, hvat er upp og niður í tí ítøkiliga málinum.
Virkislýsingar
Tað eru ymsir mátar at gera virkislýsingar. Eitt nú kann hetta gerast umvegis egna heimasíðu, við blaðgreinum ella við at gera eina videofrásøgn, sum kann leggjast á heimasíðu ella út á Facebook. Hetta eru alt disiplinir, sum eg bæði dugi væl og eri vanur við at handfara og gera framleiðslu burturúr.
Taluskriving
Gjøgnum seinnu árini havi eg javnan skrivað talur fyri bæði stjórar og leiðarar av ymsum slagi, politikarar, og somuleiðis í privatum og veitsluligum ella sosialum høvi.
Útvarp
Eg havi síðani mitt í nítiárunum fingist við at framleiða útvarp og útvarpssendingar við jøvnum millumbilum. Havi eisini í eitt tíðarskeið starvast sum útvarpsvertur.
Sjónvarp
Bæði í nítiárunum og í nullunum starvaðist eg sum sjónvarpsjournalistur í Kringvarpi Føroya. Havi síðani framleitt eina røð av vidoefrásagnum fyri ymisk viðskiftafólk í nógvum ymsum samanhangi.
Vís allar tænastur

Samband

28 00 66 kari@punktum.fo
Breiðablik 2a, 100 Tórshavn