Óheft ráðgeving

Í einum heimi har samskiftið gongur skjótari enn nakrantíð, hevur tað oftani avgerðandi týdning, hvussu umheimurin uppfatar ein sum persón, fyritøku ella stovn. Í hesum sambandi er tað týdningarmikið at handla skjótt og skilagott, tá eitthvørt stingur seg upp. Í prinsippinum er tað líka mikið, hvørt tað er okkurt óvæntað, ið tekur seg upp, sum krevur handling, ella tá talan er um tilætlaðar hendingar.

Tað mest umráðandi er at handla skjótt, men tó at hugsa seg so væl um sum gjørligt í samband við boðskapin, ið skal vera so einfaldur og greiður, sum tilber.

Samband

28 00 66 kari@punktum.fo
Breiðablik 2a, 100 Tórshavn