Kunning og samskifti verður í stóran mun undirmett í Føroyum. Tá tað brýtur um bæði borð hjá eini fyritøku, stovni ella einstaklingini, er av alstórum týdningini at fáa sín boðskap út á greiðan og einfaldan hátt. At fáa sett punktum, har umdømið stendur fyri hóttafalli. Á hesi síðuni kanst tú klikkja teg víðari inn og lesa, hvussu eg kann ráðgeva og hjálpa tær við kunningar- og samskiftisspurningum.
Les meira
Við nógvum ára royndum innan fjølmiðla-, kunningar- og samskiftisøkið kann eg bjóða holla ráðgeving og loysa ítøkiligar uppgávur fyri bæði stovnar, fyritøkur og einstaklingar. Sum stovnur, fyritøka ella einstakur persónur eru nógvir fyrimunir við at verða sæddur og sjónligur. Fyri eina fyritøku snýr tað seg um inntøkur og sølu, fyri ein stovn um at vísa á sítt virkisøki og sínar uppgávur, og fyri einstaklingar - til dømis ein politikara - at vera sjónligur. Ikki minst er rætt samskifti eisini týdningarmikið, tá tað rekur ímóti, og ein shittstormur er um at taka seg upp. Í slíkum førum ræður um at fáa tamarhald á støðuni og seta punktum við at fara út og greiða frá støðuni, sum hon er og verður sædd innanifrá.
Kári Mikkelsen Journalistur & samskiftisráðgevi
Tænastur
Tað er ikki nøkur sjálvfylgja á hvønn hátt, ein samskiftir. Týdningarmikið er at vera greiður og eintýðugur í sínum boðskapi. Tað vil siga at hava ein greiðan vinkul á boðskapinum, sum flest øll skilja ella kunnu fyrihalda seg til.
Vís allar tænastur
Samskiftisráðgeving Fjølmiðlaráðgeving Tíðindaskriv Videofrásagnir Ársfrágreiðingar Heimasíður

Samband

28 00 66 kari@punktum.fo
Breiðablik 2a, 100 Tórshavn